Hava selt meira enn fýra kilo av kokaini í Føroyum

Hava selt meira enn fýra kilo av kokaini í Føroyum
Ákæruvaldið krevur, at tey trý, sum eru skuldsett fyri at smugla og selja kokain, verða varðhaldsfongslað
Tey trý skuldsettu í kokain-málinum vóru til grundlógaravhoyring í rættinum fyrrapartin.
 
29.05.2026 - 12:49

Løgreglan handtók í gjárkvøldið tveir ungar menn, 22 og 23 ára gamlir, og eina 19 ára gamla kvinnu í Havn, og skuldsetti tey fyri at hava smuglað í minsta lagið fimm kilo av kokaini til Føroya, og síðani at hava selt meginpartin av rúsevnunum her.

Talan er um størstu nøgdina av kokaini higartil í einum einstøkum løgreglumáli í Føroyum.

Tey trý sita í løtuni  til grundlógaravhoyring í Føroya Rætti, har Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, hevur biðið um, at tey trý verða varðhaldsfongslað, meðan løgreglan ger fleiri kanningar.

 

Smuglingin byrjaði í í september

Sambært skuldsetingunum, sum ákærin las upp, skulu tey trý í tíðarskeiðnum september í fjør til 16. apríl í ár hava staðið fyri at smugla í minsta lagi fimm kilo av kokaini til Føroya. 

Hetta hava tey sambært skuldsetingunum gjørt saman, ella í felags forstáilsi og saman við øðrum persónum í Danmark og møguliga eisini í Føroyum. 

Síðan hava tey selt 4.437 gramm av kokaininum í Føroyum, og løgreglan hevur lagt hald á 666 gram.

 

Lótu hurðarnar aftur

Hvussu leingi, høvuðsákærin vil hava tey skuldsettu at sita í varðhaldi, kom ikki fram, áðrenn Halla Djurhuus, dómari, eftirlíkaði ynskinum hjá ákæranum um, at grundlógaravhoyringin skuldi verða fyri afturlatnum hurðum.

Dómarin eftirlíkaði eisini umbønini hjá teimum trimum verjunum um at seta forboð fyri at nevna nøvnini á teimum skuldsettu. 

Verjar eru advokatarnir Óla Jákup Kristoffersen, Jens Andrias Vinther og Jógvan Elias Winther Poulsen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039