Landskassin hevði 11 milliónir í avlopi í fjør

Landskassin hevði 11 milliónir í avlopi í fjør
Inntøkurnar vóru 92 milliónir størri enn mett, og úreiðslurnar vóru 75 milliónir minni enn játtað - tilsamans 167 milliónir
Úrslitið hjá landskassanum í fjør var 11 milliónir krónur í avlopi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.06.2026 - 14:39

Landsroknskapurin fyri 2025 hevði 11 milliónir krónur í avlopi.

Tað skrivar Fíggjarmálaráðið.

Samtykta fíggjarlógin fyri 2025 hevði hall uppá 120 milliónir krónur. Eykajáttanir í árinum vóru 27 milliónir krónur. Somuleiðis vóru níggju milliónir krónur brúktar av framfluttum løgujáttanum. Samlað hevði fíggjarlógin tí 156 milliónir krónur í halli.

Staðfesti landsroknskapurin hildnaðist tó betur. Inntøkurnar vóru 92 milliónir krónur størri enn mett, og útreiðslurnar 75 milliónir krónur minni enn játtað, tilsamans 167 milliónir krónur.

Samlaðu inntøkurnar frá skatti, avgjøldum, ríkisstuðli og øðrum vóru umleið 7,5 milliardir krónur. Samlaðu útreiðslurnar vóru somuleiðis út við 7,5 milliardir krónur.

Rakstrarúrslitið fyri 2025 var sostatt 11 milliónir krónur. Tað er frægari enn í 2024, tá ið úrslitið var eitt hall uppá 172 milliónir krónur.

Les landsroknskapin her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858