Hagaeigari: Nýggj brúgv út í Rituskor er loysnin

Hagaeigari: Nýggj brúgv út í Rituskor er loysnin
Landsstýrismaðurin hevur sagt, at ferðafólk onki hava at gera í økinum við brúnna út í Rituskor, men ein nýggj brúgv er eitt gott hugskot, heldur leiðarin í Visit Suðuroy
Fólk fara eftir seyðabrúnni út í Rituskor.
Mynd: Ítróttarháskúlin í Suðuroy  
 
08.06.2026 - 20:55

Ein gomul seyðabrúgv í Sandvík hevur seinastu tíðina drigið nógv ferðafólk til sín. Brúgvin út í Rituskor varð upprunaliga bygd til seyðahald, og hagaeigarin Bárður Willumsen stúrir fyri trygdini, tá ferðafólk brúka hana.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í tí viðfangi víst á, at ferðafólk einki hava at gera, har eingin góðkend hagagøta er og tískil einki hava at gera við seyðabrúnna. Men hagaeigarin sjálvur heldur bestu loysnina vera, ferðavinnan byggir eina nýggja og tryggari brúgv út í Rituskor. Tað heldur Magnus Pauli West, leiðar í Visit Suðuroy, eisini  vera eitt gott hugskot.

Hoyr innslag í tíðindunum klokkan 18.

1816736

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860