Føroysk kvinna eisini dømd fyri svik í Noregi

Føroysk kvinna eisini dømd fyri svik í Noregi
58 ára gamla Cristina Matras er dømd at viðvirka til svik fyri fleiri milliónir og fyri at látast at vera løgreglufólk
Cristina Hansen er dømd í rættinum í Molde, men avgjørt er at skjóta dómin inn fyri landsrættin.
 
10.06.2026 - 16:13

58 ára gamla Cristina Matras, sum áður er dømd fýra og eitt hálvt ára fongsul í Danmark fyri svik, er nú eisini dømd tvey og eitt hálvt ára fongsul í Noregi.

Hon er dømd fyri at viðvirka til svik fyri fleiri milliónir krónur, fyri frælsistøku og fyri at látast at vera løgreglufólk. 

Hetta skal hava kostað einari 76 ára gamlari kvinnu í Noregi 2,3 mió. kr., og vandi var fyri, at hon misti uppaftur meira. 

Samlaða upphæddin er góðar tríggjar mió kr.

Kvinnan, sum er føroyingur, noktar seg seka, og verji hennara sigur, at tey fara skjóta dómin inn fyri hægri rætt.

 

Segði seg koma frá Interpol

Málið í Noregi byrjar við, at tann 76 ára gamla kvinnan fyrst verður uppringd, og síðani fær vitjan av fólki, sum siga seg koma frá norsku løgregluni og Interpol.

- Tann dømda - Cristina Matras - lætst vera frá Interpol og fekk offrið til at halda, at konta hennara var hakkað, og at neyðugt var, at hon samstarvaði við løgregluna fyri at fáa pengarnar aftur, stendur at lesa í ákæruritinum.

Tann 76 ára gamla var eisini lokkað til at keypa eina íbúð í Turkalandi, og skuldi ikki siga nøkrum frá hesum - hvørki familju ella vinum.

Tað er hendan lokkingin og villleiðingin, sum gera, at Cristina Matras er dømd fyri frælsistøku.

Eftir at pengarnir hjá kvinnuni vóru horvnir, vóru fáar upplýsingar, sum kundu vísa, hvør framdi brotsverkið. Men tann 76 ára gamla mintist ein avgerandi staklut, sum gjørdi, at Christina Matras var handtikin.

 

Nøtte avdúkaði

Falska løgreglukvinnan, Cristina Matras, sum kom á vitjan, dámdi sera væl sjokulátviðskeran Nøtte,  - so væl, at hon hevði keypt seks stór íløt við Nøtte.

Tá ið so løgreglan kannaði handlar í nánd, sum høvdu selt so stórar nøgdir av Nøtte um somu tíð, kom løgreglan fram á vakmyndir av Cristinu Matras, sum keypti seks stór íløt av Nøtte.

Christina Matras er dømd fyri at hava svikað offur fyri 10 mió. krónur og roynt at svika fyri aðrar 37 mió. krónur í Danmark.

Hon var dømd í november í fjør. Málið hevur verið lýst í sending á danska TV2, nevnd "Den falske politikommissær."

Norska løgreglan heldur, at Cristina Matras var ikki einsamøll um at fremja brotsverkið. Løgreglan heldur, at eitt størri kriminelt netverk hevur samskipað brotsverkini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458