Suðuroyggin skal hava landsins fyrstu altjóða geopark

Suðuroyggin skal hava landsins fyrstu altjóða geopark
22. juni verður fundur í Salti á Tvøroyri, har Jarðfeingi, kommunur í Suðuroynni og onnur fara at taka samanum og tosa um, hvussu ein geopark kann setast á stovn
Geoparkin "Det Sydfynske Øhav," sum føroyingar sóu á vitjanini í Danmark.
Mynd: Geopark Det Sydfynske Øhav  
 
11.06.2026 - 10:53

Eftir ætlan skal fyrsta altjóða geoparkin í Føryum vera í Suðuroy.

Lis Mortensen,  náttúrulandafrøðingur á Jarðfeingi, sigur, at landafrøðiliga hevur Suðuroyggin nógv at bjóða.

Tað er serliga Jarðfeingi, ið hevur arbeitt við at fáa Suðuroynna góðkenda sum geopark. Men aðrir stovnar í landinum eru eisini við, og fyri stuttum vóru umboð fyri stovnarnar og flestu av borgarstjórunum í Suðuroynni á ferð  í Danmark og hugdu at eini geopark har.

 


Lis Mortensen. 

 

Geoparkin skal m.a. bjóða túrar og upplivingar.

Mánadagin 22. juni verður fundur í Salti á Tvøroyri, har Jarðfeingi, kommunur í Suðuroynni og onnur fara at taka samanum og tosa um, hvussu ein geopark kann setast á stovn.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

11062026_Geopark_i_Suduroy

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846