- Tíðindi, mentan og ítróttur
Virðið á norska oljugrunninum er 22.000 mia. norskar krónur

Í dag hækkaði virðið á norska oljugrunninum upp í góðar 22.000 milliardir norskar krónur. Tað svarar til 14.877 milliardir í okkara peningi.
Tað vísir yvirlit yvir virðið á oljugrunninum beint fyri klokkan 7 í morgun.
Tað var E24, sum fyrst boðaði frá, at grunnurin var farin upp um 22.000 milliardir norskar krónur.
Hækkingin í virðinum á grunninum fylgir eini tryggari hækking á amerikansku virðisbrævamarknaðunum í gjár, í kjalarvørrinum av friðaravtaluni millum USA og Iran.
Á nýggjárinum lækkaði virðið á grunninum úr góðum 21.000 milliardum norskum krónum, niður í slakar 20.000 milliardir fyrsta ársfjórðing.
Men nú er so vend komin í hjá norska oljugrunninum.



























