Peningastovnarnir høvdu 719 milliónir í avlopi í fjør

Peningastovnarnir høvdu 719 milliónir í avlopi í fjør
Váðaráðið hevur hugt at roknskapartølunum hjá peningastovnunum
Eginpeningsavkastið eftir skatt í 2025 var 14,1 prosent hjá Føroya banka.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.06.2026 - 09:24

Avlopið fyri skatt hjá teimum fýra føroysku peningastovnunum var 719 mió. kr. í 2025. 

Tað sigur Váðaráðið, sum hevur hugt at roknskapartølunum hjá peningastovnunum.

Í 2024 var avlopið 792 mió. kr.

Eginpeningsavkastið eftir skatt var 14,1 prosent hjá Føroya banka, 10,3 prosent hjá Betri banka, 7,4 prosent hjá Norðoya sparikassa og 5,9 prosent hjá Suðuroyar sparikassa í fjør.

 

14 mia. í pensjónssparing

Váðaráðið hevur fingið at vita, at pensjónssparingin hjá føroyingum var 14,2 mia. kr. í 2024.

11 milliardir vóru í føroyskum peningastovnum og pensjónsfeløgum.

74 prosent eru í pensjónsfeløgunum.

Okkurt um helvtin av pensjónssparingunum í peningastovnunum er í virðisbrøvum, meðan hin helvtin stendur sum innlán.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655