Ógreitt hvør skal bera kostnaðin fyri burturbeining av elbilum

Ógreitt hvør skal bera kostnaðin fyri burturbeining av elbilum
Kommunala brennistøðin, sum tekur elbilar úr øllum landinum, hevur fýra battarí og fýra elbilar í varðveitslu
Brennistøðin á Hjalla.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
02.07.2026 - 07:58

Higartil eru færri enn 10 elbilar latnir inn til burturbeiningar. 

Kommunala brennistøðin, sum tekur elbilar úr øllum landinum, hevur fýra battarí og fýra elbilar í varðveitslu, til greiða er fingin á, hvør skal bera kostnaðin. 

Til dømis, hvussu stórur parturin skal vera hjá bileigaranum.

Tvey battarí frá bilasølum eru send av landinum til viðgerðar.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til Steffan Klein Poulsen, løgtingsmann.

Landsstýriskvinnan sigur, at enn er ikki greitt, hvussu ábyrgdin og kostnaðurin av at beina burtur elbilar skal býtast.

Heilsu- og Orkumálaráðið arbeiðir við spurninginum. 

Sambært meting hjá Stena Recycling kostar tað 20.400 kr. at handfara battarí úr elbili. Hevur battaríið skaða, kostar tað 71.200 kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527