Ukraini ákærdur fyri at hava sprongt Nord Stream-gassleiðingina

Ukraini ákærdur fyri at hava sprongt Nord Stream-gassleiðingina
Endamálið var at steðga gassveitingini og forða Russlandi at brúka inntøkurnar frá gassinum til at fíggja kríggið
Leiðingarnar millum Russland og Týskland vórðu oyðilagdar av spreingingum í Eystrasalti í 2022.
 
02.07.2026 - 13:13

Ein ukrainskur maður er í Týsklandi ákærdur fyri Nord Stream-spreingingina. Hann er ákærdur fyri millum annað at hava viðvirkað til krígsbrotsverk, sigur týska ákæruvaldið.

Endamálið við atsóknini var fullkomiliga at steðga gassiveitingini gjøgnum leiðingarnar og forða Russlandi í at brúka inntøkurnar frá gassinum til at fíggja kríggið, sigur ákæruvaldið.

Leiðingarnar millum Russland og Týskland vórðu oyðilagdar av spreingingum í Eystrasalti í 2022.

Fleiri týskir miðlar skrivaðu í gjár, at ákæruritið móti manninum er liðugt. 

 

 

Tikin í fjør

50 ára gamli ukrainin varð handtikin í Italia í august í fjør og útflýggjaður Týsklandi í heyst.

Í dag segði týski ríkisákærin, at maðurin er ákærdur fyri at hava viðvirkað til krígsbrotsverk, at hava forðað fyri almennum tænastum, at hava elvt til spreinging, og at hava oyðilagt undirstøðukervi.

Hann er undir illgruna fyri at hava arbeitt fyri almennar ukrainskar aktørar, og at hava arbeitt saman við fólki í herinum, tá ið leiðingarnar vórðu oyðilagdar.

Nord Stream-leiðingarnar ganga eftir botninum í Eystrasalti og vóru bygdar at flyta gass úr Russlandi til Týsklands. 

Sabotasjan var nærindis Bornholm.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360