Øll NATO-londini taka undir við grein fimm í sáttmálanum

Øll NATO-londini taka undir við grein fimm í sáttmálanum
Hetta er hornasteinurin i samstarvinum, sum staðfestir, at álop á eitt Nato-land er álop á alla verjusamgonguna
NATO-toppfundurin í Ankara endaði seinnapartin.
Mynd: CNBC  
 
08.07.2026 - 16:08

Allir 32 stjórnarleiðarar í NATO-londunum - eisini amerikanski forsetin, Donald Trump -  hava skrivað undir eina yvirlýsing, sum tryggjar fulla undirtøku fyri grein fimm í NATO-sáttmálanum, sokallaða Musketer-eiðinum.

- Vit, stjórnarleiðararnir í NATO, eru savnaðir í Ankara fyri enn einaferð at vátta grundarlagið undir samstarvi okkara, stendur í felags yvirlýsingini.

Talan er um ein hornastein í NATO-samstarvinum, og hann staðfestur, at álop á eitt Nato-land er álop á alla verjusamgonguna.

 

Rutte: Gott samanhald

- Ein sera væleydnaður toppfundur er liðugur, og eg havi eina kenslu av, at samanhaldið er sera gott, segði NATO-aðalskrivarin, Mark Rutte, á tíðindafundi fyri løtu síðani.

- At vera saman við 32 stjórnarleiðarum og merkja samanhaldið, var ein serlig kensla, sigur hann við altjóða miðlar,

- Hesin fundurin hevur víst, at samgongan er sterkari enn nakrantíð, og vit fara at standa saman, til tess at verja øll okkara fólk, segði NATO-aðalskrivarin

 

Næsti fundur verður í Albania

Næsti NATO-toppfundur verður hildin í Albania, segði Mark Rutte, sambært danska blaðnum, Berlingske Tidende.

Júst nær, fundurin verður, er ikki greitt, men hann verður í Albania.

Hesi boðini koma, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur funnist at júst Albania fyri ikki at rinda nóg mikið til egna verju.

Spenningur millum Trump og hini NATO-londini hevur eisini havt við sær iva, um toppfundirnir verða sleptir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514