Brotin antenna førdi til vatntrot

Brotin antenna førdi til vatntrot
Í gjárkvøldið var ov lítið av vatni til tey umleið 80 fólkini, sum búgva á Skipanesi ella undir Gøtueiði. Orsøkin var tó øðrvísi enn vanligt
 
27.07.2026 - 12:30

Í gjárkvøldið var ov lítið av vatni til tey umleið 70 fólkini, sum búgva á Skipanesi ella undir Gøtueiði. Hesa ferð var vatntrotið tó ikki orsaka av turki ella ov lítlum vatngoymlsum.

Jákup Pauli Ternustein, Vatnmeistari í Eysturkommunu, váttar, at vatntrot hevur verið.

- Tað var, ja, av tekniskum trupulleikum.

Hóast, at Skipanes er í Runavíkar kommunu, hevur Eysturkommuna vatnveitingina í Skipanesi og undir Gøtueiði. Orsøkin til vatntrotið hesuferð var tó eitt sindur óvanlig.

- Tað bleiv ov lítið í tí eina brunninum av tí, at ein antenna var fyrigingin. Eg gangi út frá, at hon fór í vindinum, sum var nú í vikuskiftinum.

Mátti til arbeiðis at gera tað, sum sjálvvirkandi skipanin skuldi gera
Vatnmeistarin í Eysturkommunu greiðir frá, at í hesum førinum er tað eitt reinsiverk, sum skal skifta millum tríggjar ymiskar brunnar. Tað er ein sjálvvirkandi skipan, sum brúkar internetsamband. Ein antenna, sum skuldi taka ímóti signalið brotnaði. Og tíverri bleiv tann brunnurin tómur, og einki vatn bleiv sent frá reinsiverkinum i Syðrugøtu til brunnin, sum skal føða undir Gøtueiði og Skipanes.

Jákup Pauli Ternustein mátti so sjálvur til arbeiðis í gjárkvøldið at skifta, tá skipanin ikki fær gjørt tað sjálvvirkandi. Hann sigur við Kringvarpið, at vatnstøðan í løtuni er í lagi á Skipanesi og undir Gøtueiði. Skaðin verður umvældur, og til tá verður skift manuelt.

Hoyr innslag úr útvarpstíðindunum.

1824372

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572