Finst hvassliga at nýggjum fjallalista

Finst hvassliga at nýggjum fjallalista
Pól Sundskarð finst hvassliga at nýggja listanum hjá Umhvørvisstovuni yvir tignarligar fjallatindar. Hann heldur, at listin gevur eitt skeivt og misvísandi úrslit
Pól Sundskarð
 
03.08.2026 - 15:38

Umhvørvisstovan hevur gjørt ein lista við tignarligum fjallatindum út frá fýra treytum. Millum annað skal ein fjallatindur vera minst 50 metrar hægri enn hálsurin ella skarðið upp til hægra fjallið, vera yvir 100 metrar høgur, liggja á einari oyggj og ikki á hólmi, og stakkar og drangar telja ikki við.

Úrslitið er ein listi við 209 tignarligum fjallatindum. Í mun til gamla fjallalistan, so eru 135 fjøll strikað, meðan fýra nýggj eru løgd afturat: Hvannagjógvartindur í Viðoy, Rivsrøkur í Streymoy, Lisshøvdi á Borðoynni og Borgarheyggjur í Vágum.

Pól Sundskarð, fjallakønur, heldur tó, at ein frymil einsamallur ikki kann avgera, hvørjir tindar eru tignarligir ella ikki.

– Við hesum frymlinum rakar tú ofta ein slætta í staðin fyri ein tind, og staðarnøvn kunnu eisini verða flutt. Tað ber ikki til, sigur hann.

Hann hevur vent sær til Umhvørvisstovuna og mælt til, at listin verður tikin niður, til hann kann endurskoðast í samstarvi við fólk, sum kenna føroysku fjøllini.

Pol_Sundskard_um_fjallalistan

 

Kringvarpið royndi eisini at fáa eina viðmerking frá Umhvørvisstovuni, men tað eydnaðist ikki í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672