- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj útvarpsrøð setur sjóneykuna á framtíðar bústaðir í Føroyum

Hvussu byggja vit fleiri túsund nýggjar bústaðir uttan at ganga upp á kompromis við góðum arkitekturi og góðum grannaløgum?
Tað er høvuðsspurningurin í nýggju útvarpsstuttrøðini "Meiri enn tak yvir høvdið".
Gunnar Nolsøe er vertur.
Í teimum fýra sendingunum greiða føroyskir arkitektar frá, hvat eigur at verða raðfest, tá nýggir bústaðir verða bygdir. Tey vísa eisini á dømi um góða bústaðarbygging bæði í Føroyum og uttanlands.
Í fyrstu sendingini er arkitekturin Annie Heinesen gestur. Hon heldur, at býlingurin Dalabú hjá Bústøðum er eitt av bestu dømunum um væl eydnaða bústaðarbygging í Føroyum.
Fleiri túsund nýggir bústaðir skulu byggjast komandi árini, og tí verður spurt, hvussu byggjast kann við góðum arkitekturi og burðardyggum loysnum, sigur Gunnar Nolsøe.
Í hvørjari sending fáa arkitektarnir eisini eina serliga uppgávu, sum teir skulu royna at loysa undir sendingini. Annie Heinesen hevur fingið til uppgávu at greiða frá, hvussu realistiskt tað er at byggja ein bústað fyri 2,5 milliónir krónur. Annie Heinesen sigur, at fólk mugu gera sær greitt, hvat tey vilja hava og droyma um, men eitt nú at kanna, hvat er realistiskt í mun til prís og fíggjarætlan, tá ein ætlar at byggja sær ein bústað.


























