Kæra avgerð um innferðarbann

Kæra avgerð um innferðarbann
Øll manningin, 21 fólk, á Bandero hevur kært avgerðina um tvey ára innferðarbannið, tey hava fingið
 
07.08.2026 - 09:04

Øll manningin, 21 fólk, á Bandero hevur kært avgerðina um tvey ára innferðarbannið, tey hava fingið. 

Tey eru øll víst úr Íslandi, og tey fyrstu fara helst haðani við flogfari longu nú í vikuni, skrivar Ruv.is. 

Tey 21 fólkini eru úr 13 londum.

Fyri tey, sum ikki eru ríkisborgarar í ES ella EFTA, er innferðarbannið galdandi fyri alt Schengenøkið.

Fyri hini er bannið bara galdandi fyri Ísland.

Liggur í Reykjavík

Bandero var tikin 30. juli, tá hvalabáturin Hvalur 9 bað um hjálp, tí hann kendi seg hóttan.

Politiið viðger eitt mál um tað. 

Bandero sigldi til Reykjavíkar, har skipið hevur ligið síðani.

Skipið hevur fingið forboð fyri at sigla.

At Bandero fer úr Íslandi við allari útvístu manningini tykist ikki vera ein loysn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527