Landsverk byggiharri í 500 verkætlanum fyri átta milliardir

Landsverk byggiharri í 500 verkætlanum fyri átta milliardir
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, um Landsverk
Nógvir trupulleikar vóru í arbeiðnum upp á bergholið til Fámjins, og tunnilin gjørdist eisini meira enn 10 prosent dýrari enn ætlað.meira enn 10 p
 
19.08.2026 - 09:06

Landsverk var byggiharri hjá yvir 500 byggi- og verklagsætlanum síðan 2001, tá Landsverk fekk bygningsfyrisitingina.

Tær kostaðu yvir átta milliardir krónur.

Frá 2015 til 2025 var Landsverk byggiharri hjá 55 verkætlanum, sum kostaðu yvir fimm milliónir krónur.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.

 

Byggiumsitingin miðsavnað í nítiárunum

Seint í nítiárunum tók løgmaður stig til at miðsavna byggi- og bygningsumsiting landsins.

Áðrenn tað var gjørt, umsótu stjórnarráðini síni byggimál.

Grundgevingin fyri at miðsavna alt var, at tað var skynsamari at gera, enn at hvørt stjórnarráð sær hevði egna byggiráðgeving. 

Av teimum 55 verkætlanunum frá 2015 til 2025 vóru 40 lidnar hesi árini.

 

Fámjinstunnilin nógv dýrari enn ætlað

Bergholið til Fámjins kostaði yvir 10 prosent meira enn ætlað.

Hinar 39 verkætlanirnar hava minni enn fimm prosent frávik.

Og teirra millum eru 20, sum kostaðu tað, sum var væntað, ella minni enn tað, sigur landsstýrismaðurin.

Sí alt svarið her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391