Norðurlendsku fótbóltssambondini mist álitið á Infantino

Norðurlendsku fótbóltssambondini mist álitið á Infantino
Norðurlendsku fótbóltssambondini hava mist álitið á FIFA-forsetan og vilja hava trygd fyri, at fótbóltskappingarnar hjá FIFA ikki verða seldar privatum ognarskapi
Mynd: Fótbóltssamband Føroya  
 
23.08.2026 - 12:00

Tey seks norðurlendsku fótbóltssambondini hava mist álitið á forsetan í FIFA og hava álvarsligar stúranir um leiðsluna og tær avgerðir, ið verða tiknar á hægsta stigi í felagsskapinum.

Norðurlendsku fótbóltssambondini standa treytaleyst saman við UEFA og teimum átøkum, sum limasambondini undir UEFA hava mælt til í felag. Vit vænta, at FIFA gevur bindandi trygd fyri, at leiðsla og kappingar hjá FIFA ongantíð aftur verða latnar upp fyri privatum ognarskapi, siga fótbóltssamgongurnar í felags yvirlýsing.

Vit stuðla eisini kravinum, sum AFC, CONCACAF og UEFA hava sett fram, um eina óhefta triðjaparts-kanning av tilgongdini kring uppskotið um FIFA Forward Enterprise, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

Somuleiðis heita vit á FIFA um at seta í verk eina umfatandi og óhefta kanning av, um skipanin fyri góða leiðslu í FIFA veitir tað óheftni, eftirlitsskipanir, gjøgnumskygni og ábyrgd, sum vóru ætlað, tá FIFA samtykti umskipanarætlanina í 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129