Fyrrverandi verjumálaráðharri: Ukraina er í ferð við at tapa kríggið

Fyrrverandi verjumálaráðharri: Ukraina er í ferð við at tapa kríggið
Mykhajlo Fedorov sigur, at mutur og vantandi nýhugsan gera, at landið stendur seg verri í krígnum
Mykhajlo Fedorov var koyrdur frá sum verjumálaráðharri í Ukraina í síðsta mánaði.
Mynd: Alina Smutko/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.08.2026 - 08:14

Fyrrverandi ukrainski verjumálaráðharrin, Mykhajlo Fedorov, ávarar um, at Ukraina er í ferð við at tapa kríggið ímóti Russlandi.

Tað sigur hann í samrøðu við tíðindastovuna Reuters.

Sambært fyrrverandi verjumálaráðharranum gera millum annað mutur og vantandi nýhugsan, at landið nú stendur seg verri í krígnum.

Neyðugt er við eini ætlan, sum skal gera enda á krígnum, leggur hann aftrat, skrivar Reuters.

 

Forsetin visir atfinningunum aftur

Ukrainska forsetaskrivstovan vísir atfinningunum hjá Fedorov aftur, og sigur, at hann hevur broytt støðu, síðani hann fekk sekkin sum verjumálaráðharri.

35 ára gamli Mykhajlo Fedorov var koyrdur frá sum verjumálaráðharri í síðsta mánaði.

Hann hevur fleiri ferðir heitt á Volodymyr Zelenskyj, forseta, um at skriva út val. Eisini í krígstíð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025