- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsustýrið fingið blóðroyndir hjá nýføðingum

Heilsustýrið hevur fingið dátur frá hælblóðroyndum hjá nýføðingum, sum eru føddir í Føroyum frá 2009, frá Statens Serum Institut.
Hetta er gjørt eftir áheitan frá føroyskum myndugleikum.
Hetta eru sonevndu PKU-dáturnar.
Í 2024 kom í lag, at sjálvar blóðroyndirnar skulu sendast aftur til Føroya, eftir at kanningarnar í Danmark eru lidnar, og nú fylgja kanningarúrslitini so við.
Allir nýføðingar fáa tilboð um at verða kannaðir fyri 25 viðføddar sjúkur.
Ein blóðroynd verður tikin úr hælinum á barninum stutt eftir føðing.
Blóðið verður koyrt á eitt PKU-kort, sum verður sent til Statens Serum Institut, sum ger kanningarnar.
Tøkar í eitt ár
Blóðroyndirnar og dáturnar eru tøkar til hesar kanningar upp til 12 mánaðir.
Síðani verður tilfarið sent Heilsustýrinum.
Avrit av kanningarúrslitunum verða tó framvegis tøk hjá Statens Serum Institut.
Síðani 1986 hava allir nýføðingar í Føroyum fingið tilboð um kanningina.
Tær dáturnar, sum nú eru latnar Heilsustýrinum, eru tó bara hjá børnum, sum eru fødd í Føroyum í 2009, ella seinni.
Dátur, sum er eldri enn 2009, hevur Statens Serum Institut.
























