- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royna aftur at fáa fríhandilsavtalu við ES

Roynt verður nú aftur at fáa fríhandilsavtalu við ES.
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, er í dag farin til Brússel at hitta ES-nevndarlimir á máli um viðurskiftini millum Føroyar og ES.
Hann sigur, at farið verður eftir einari fríhandilsavtalu, tó ikki limaskapi. Fundir vera alla vikuna.
Bárður á Steig Nielsen fer m.a. at hitta uttanríkisleiðaran í ES, Kaju Kallas. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Bárður á Steig Nielsen sigur, at sambært galdandi handilsavtalu hevur ES at kalla óavmarkaða atgongd at selja vørur til Føroya, meðan vit hava bæði toll og loft á vørum, sum vit selja til ES.
Føroyar vilja hava størri javnvág í handilsviðurskiftini við ES.
Landsstýrismaðurin fer m.a. at hitta uttanríkisleiðaran í ES, Kaju Kallas.
Á fólkaatkvøðuni leygardagin var meiriluti ímóti, at Ísland skal taka samráðingarbar við ES uppaftur. Bara veljarar á Reykjavíkarleiðini vóru fyri. (Mynd: Leonhard Foeger/Reuters/Ritzau Scanpix)
Bárður á Steig Nielsen sigur, at eftir fólkaatkvøðuna í Íslandi leygardagin, har meiriluti var ímóti at taka samráðingar við ES uppaftur, er støðan óbroytt.
Hoyr samrøðu, sum Ingolf S. Olsen gjørdi við Bárð á Steig Nielsen í útvarpstíðindunum:























