Skeiv grundgeving - avgerðin tó ikki ógildug

Skeiv grundgeving - avgerðin tó ikki ógildug
Løgtingsins umboðsmaður hevur biðið Miðlastuðulsnevndina um at vera neyvari í sínum grundgevingum, tá umsóknir um miðlastuðul vera sýttar
 
09.09.2026 - 06:28

Løgtingsins umboðsmaður hevur biðið Miðlastuðulsnevndina um at vera neyvari í sínum grundgevingum, tá umsóknir um miðlastuðul vera sýttar.

Ein miðil klagaði um grundgevingarnar, sum Miðlastuðulsnevndin gav fyri at sýta stuðul til átta av nýggju verkætlanum, sum miðilin søkti um stuðul til.

Grundgevingin fyri at sýta var, at aðrar umsóknir eftir einari heildarmeting stóðu sterkari og tí vóru raðfestar fremri.

Umsóknirnar fóru í bólkin, sum eitur ikki skikkaðar.

Niðurstøðan hjá umboðsmanninum er, at grundgevingin hjá Miðlastuðulsnevndini er beinleiðis skeiv.

Meira verður tó ikki gjørt við málið.

Løgtingsins umboðsmaður hevur biðið Miðlastuðulsnevndina um at vera neyvari í sínum grundgevingum, tá umsóknir vera sýttar.

Hóast niðurstøðan er skeiv, er avgerðin ikki ógildug.

Nýggj avgerð - sama svar

Ein nýggj avgerð við grundgeving um, at umsóknirnar ikki vóru skikkaðar, fer tí ikki at hava annað úrslit við sær enn, at klagarin fær eina noktandi avgerð við rættari grundgeving.

Jóhanna Arge var setiumboðsmaður í hesum máli.

Setiumboðsmaður er, tá formansskapurin í løgtinginum sigur, at Løgtingsins umboðsmaður er ógegnigur. 

Í fjør fekk Miðlastuðulsnevndin 92 umsóknir frá átta umsøkjarum.

Søkt var um góðar 8,22 milliónir krónur.

Játtanin var 2,9 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065