Trolari tikin fyri at tveita fisk fyri borð

Trolari tikin fyri at tveita fisk fyri borð
Gerandiskostur, at norska fiskiveiðieftirlitið tekur russisk skip, og skuldsetir tey fyri at tveita fisk útaftur
 
14.01.2014 - 09:49

Norska fiskiveiðueftirlitið hevur tikið ein russiskan trolara og skuldsett skiparan fyri ólógliga at hava tveitt fisk fyri borð aftur.

Norska fiskiveiðueftirlitið kom til Tromsø við trolaranum í gjárkvøldið, og málið er latið løgregluni.

Russiska tíðindastovan, RIA Novosti, endurgevur ein talsmann í russiska fiskimálaráðnum, sum sigur, at tað er gerandiskostur, at norska fiskiveiðueftirlitið tekur russisk skip, og skuldsetir tey fyri at tveita fisk útaftur.

Fór gjøgnum lensiportrið

Skiparin á trolaranum sigur við ein annan miðil, og nakað av fiski fór út ígjøgnum eitt lensiportur, sum brek var á. Hann sigur eisini, at russiska sendistovan í Oslo tekur sær av málinum, og ætlanin er at fáa skipið útaftur so skjótt sum gjørligt.

Norsku myndugleikarnir siga, at tað er ikki óvanligt at russisk skip tveita fisk fyri borð aftur, og tað er tí, at kvotan av einum ávísum fiskaslag er uppi. Men tað er ólógligt at tveita fisk fyri borð, sigur ein talsmaður fyri norsku myndugleikarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425