- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirmeta venjingina á flogvøllinum í november
Eftirmeta venjingina á flogvøllinum í november
Fleiri enn 400 fólk frá 16 myndugleikum og felagsskapum vóru við í venjingini í gjár

130 statistar, 150 sløkkiliðs- og bjargingarfólk og 130 onnur starvsfólk vóru við í venjingini.
23.09.2026 - 09:48
Eftirmetingin um venjingina á flogvøllinum í gjár kemur í november.
Føroyskir og danskir eygleiðarar gera eftirmetingina.
Longu eftir venjingina tóku teir stutt samanum.
Staðfestast kundi, at nógvar uppgávur vóru loystar júst sum ætlað og væntað.
Men eisini eru nakrar, sum kunnu gerast betur, sigur Vága floghavn.
Tær kunnu vera við í næstu stóru venjingini.
Fleiri enn 400 fólk frá 16 myndugleikum og felagsskapum vóru við í venjingini í gjár.
Tey vóru 130 statistar, 150 sløkkiliðs- og bjargingarfólk og 130 onnur starvsfólk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























