- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa ikki atgongd til Hvítu húsini, hóast dómari sigur tað

Hóast ein samveldisdómari fyrr í dag hevði gjørt av at steðga banninum hjá Donald Trump, forseta, ímóti tíðindafólkum hjá CNN, MS NOW og Politico, sluppu starvsfólk hjá CNN og eitt tíðindafólk hjá Ms Now ikki inn í Hvítu húsini í dag.
Dómarin segði, at bannið neyvan er heimilað í grundlógini, skrivar Reuters.
Tíðindafólk hjá CNN, MS NOW og Politico vórðu leygardagin bannað úr Hvítu húsunum - dagin eftir, at Trump hevði boðaði frá, at hann fór at seta teimum forboð.
Forsetin strikaði góðkenningina hjá journalistunum uttan fyrivarni, og segði, at tíðindarásirnar bera falstíðindi.
Høvdu ikki boðað frá
Á rættarfundi um málið segði dómarin, Timothy Kelly, at Hvítu húsini høvdu ikki boðað teimum trimum tíðindarásunum frá avgerðini sambært reglunum, sum rætturin hevur sett í gildi.
Dómararnir settu eisini spurnatekin við grundgevingarnar hjá fjølmiðlunum til Hvítu húsini og grundgeving teirra fyri, at forboðið kann ávirka tjóðartrygdina.
Donald Trump, forseti, segði leygardagin, at hann stuðlar eini fríari pressu, men ikki tí partinum av miðlunum, sum hann sigur støðugt bera falstíðindi og finnast at øllum, sum hann og hansara stjórn gera í 95 prosentum av innsløgunum.
Forsetin setti dómaran í starv
Hann kallaði tað niðurbrótandi.
Trump setti Timothy Kelly, dómara, í starv í fyrra valskeiðinum sum forseti.
Í 2018 var hann tann, sum avgreiddi fyrsta málið, har Trump vildi banna einum tíðindafólki hjá CNN at sleppa í Hvítu Húsini.
Tíðindamaðurin hjá CNN, Jim Costa, misti sína góðkenning, men slapp seinni inn aftur í Hvítu Húsini.


























