Søkja nú eftir stjóra til Vørn

Søkja nú eftir stjóra til Vørn
Umsóknarfreistin er 16 oktober
Umsøkjari skal vera kandidatur frá lærdum háskúla, ella hava útbúgving og royndir, sum kunnu javnsetast við slíka útbúgving.
 
25.09.2026 - 08:02

Uttanríkis- og fiskimálaráðið søkir nú eftir nýggjum stjóra til Vørn.

Høvuðsuppgávurnar hjá Vørn eru at hava fiskiveiðieftirlit, at skipa fyri leiting og bjarging, samskipa tilbúgvingina og tryggja eina vælvirkandi veðurtænastu.

Óli Hans Olsen segði seg úr starvi sum stjóri á Vørn 1.juni. Síðani tá hevur Jóhan Simonsen, deildarstjóri á stovninum, verið virkandi stjóri.

Freistin at søkja stjórastarvið á Vørn er 16. oktober. 

Í lýsingini eftir stjóra sigur aðalráðið, at umsøkjari skal vera kandidatur frá lærdum háskúla, ella hava útbúgving og royndir, sum kunnu javnsetast við slíka útbúgving.

Eisini skal umsøkjari hava innlit í fyrisitingina, politiskt tev og innlit í altjóða viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri virksemið hjá Vørn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775