- Tíðindi, mentan og ítróttur
Géza nýggjan sáttmála: Lønin er "hemmilig"
- Tað er hemmiligt. Tað kann eg ikki ordiliga siga, tað tími eg ikki ordiliga at siga, nei.
Géza Dávid Turi varð hálvavegna tikin á bóli, tá Kringvarpið í spølni spurdi hann um lønina, nú hann skrivaði undir nýggjan sáttmála við Grimsby Town fyri kortum.
Men tað er einki loyndarmál, at landsliðsmiðvallarin kanska hevur verið besti spælarin hjá League Two-felagnum higartil hetta kappingarárið. Klimaksið kom fyri tveimum vikum síðani, tá "lítli Géza" sendi bóltin úr 25 metrum og upp í málhornið í dystinum móti oddaliðnum Bristol Rovers.
Síggj dreymaskotið hjá Géza Dávid Turi ímóti Bristol Rovers í samandráttinum omanfyri. Grimsby Town er í løtuni á 3. plássi í League Two.
Tá fekk Grimsby kanska eitt sindur størri skund at fáa sáttmálan undirskrivaðan, men Géza Dávid Turi dylir ikki fyri, at hann er glaður fyri lívið á ensku eysturstrondini.
- Liðið er ordiliga gott, og áskoðararnir eru púra "sjúkir". Tað koma nógv fólk til hvønn dyst eisini á útivølli, og tú hoyrir tey ordiliga væl. Venjaratoymið ger tað ordiliga gott og eru ordiliga góðir við meg, og veg vil sjálvandi røkka upp í League One við teimum. Eg helt tað var ein "no brainer" at skriva undir við teir, segði Géza Dávid Turi, sum ikki vildi avdúka, um feløg longur uppi í ensku ligaskipanini hava víst áhuga.
LES EISINI: Géza fekk dreymamál í sigri á oddaliðnum
Skal taka ábyrgd ímóti kasakkum
Áðrenn uppflytingarroyndin heldur fram, skulu Géza Dávid Turi og hinir á føroyska landsliðnum spæla fýra dystir í nýggju Nations League-kappingini, sum fer av bakkastokki í dag, tá Kasakstan vitjar á Tórsvølli. Miðvallarin má taka stóra ábyrgd, tí nógvir av royndu miðvallarunum eru skaddir, men hann hevur góðar vónir.
- Um vit gera tær uppgávurnar, sum vit hava fingið, giti eg, at vit vinna 2-0, staðfestir hann.
Dysturin er kokkan 17.00, og undansendingin hjá Kringvarpinum byrjar klokkan 16.00.





















