Fegnast um álitið frá nýggja venjaratoyminum

Fegnast um álitið frá nýggja venjaratoyminum
Petur Knudsen hevði viljað havt skorað meir mál, men er glaður fyri álitið frá venjaratoyminum og leiklutin sum níggjari á fótbóltslandsliðnum
28.09.2026 - 20:34

Petur Knudsen byrjaði inni sum fremsti maður fyri Føroyar í Nations League-dsytinum ímóti Kasakstan leygardagin.

NSÍ-maðurin skallaði ein bólt beint uttanfyri eftir horna mestsum beinanvegin, men annars kom hann ikki til stórvegis kjansir í 1-1 javnleikinum. Hann hevði fegin vilja skorað meir, men fegnast kortini um gongdinaog álitið frá venjaratoyminum.

 - Tað er deiligt at sleppa at spæla eitt sindur. Nú havi eg verið við á landsliðnum í nógv ár, og eg fekk ikki álit frá fyrrverandi venjaratoyminum til at kunna vísa meg fram, men nú havi eg fingið nakrar minuttir og nakrar dystir frá byrjan eisini, segði Petur Knudsen til venjing í Chisinau fyrr í dag.

 - Tað hevur gingið væl. Kanska mann hevði kunna fingið okkurt mál afturat, men eg eri komin til nógvar støður og kjansir, og megnar tú tað hvønn dyst, so skulu málini nokk koma, segði NSÍ-framherjin.

 


Petur Knudsen byrjaði inni sum fremsti maður hjá Føroyum í 1-1 javnleikinum ímóti Kasakstan leygardagin. (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

 

Trívist sum fremsti maður

Í NSÍ spælir Petur Knudsen, sum er sonur landsliðslegenduna Jens Martin Knudsen, sum vinstri vongur, men á landsliðnum verður hann mest brúktur sum fremsti maður. Serliga nú hvørki Klæmint A. Olsen, Páll Klettskarð ella Jóan Símun Edmundsson eru við.

 - Tað er sjálvandi eitt sindur ringt, tá tú ert vanur at vera ein partur av uppspælinum. Tú verður eitt sindur ótolin, tá tú ikki hevur havt bóltin í eini fimm minuttir, men eg havi eisini spælt nógv í álopinum. Í Lyngby var eg annar av tveimum og tað sama okkurt kappingarár í NSÍ, segði Petur Knudsen. 

Nations League-dysturin ímóti Moldova er í morgin klokkan 17.00. Kringvarpið sendir frá klokkan 16.30.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026