Kommunur kunnu taka meira í tænastugjaldi fyri býli

Kommunur kunnu taka meira í tænastugjaldi fyri býli
Næsta ár verður gjaldið 8.426 krónur
Kommunur hava heimild at taka gjøld fyri tóm býli. Næsta ár verður gjaldið 8.426 kr.
 
30.09.2026 - 08:30

Hámarkið fyri tænastugjald á tóm býli verður 8.426 kr. fyri hvørt býli næsta ár.

Tað kunnger Fíggjarmálaráðið.

Í ár er hámarkið 7.945 kr.

Sambært lóg kunnu kommunur krevja tænastugjald fyri tóm býli.

Tað gera nakrar kommunur longu nú.

Og aðrar hava boðað frá, at tær ætla at gera tað.

Sambært lógini er tænastugjaldið fyri útreiðslur hjá kommununi fyri vatnveiting, at beina burtur kloakkvatn og húsarhaldsburturkast og fyri brunatilbúgving.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334