Nýggjur oyggjaleikasangur skal finnast

Nýggjur oyggjaleikasangur skal finnast
Hvussu fara Føroyar at ljóða á sumri 2027? Kapping er útskrivað um at gera almenna sangin til Oyggjaleikirnar í Føroyum.
Tá ið Oyggjaleikir vóru seinast í Føroyum, gjørdist lagið Føroyar framá fólkaogn
 
01.10.2026 - 10:15

Tá Oyggjaleikirnir aftur verða í Føroyum næsta summar, skulu teir hava sín egna sang.

Í dag er sangkapping skotin í gongd, har føroyskir sangskrivarar og tónleikarar kunnu lata sítt boð inn. Freistin at senda inn er 1. desember.

Solby Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari, og Rúni Jákupsson, tónleikasamskipari í Kringvarpinum, greiða frá, at endamálið er at finna ein sang, sum kann vera við til at skapa samleika og stemning kring leikirnar.

- Vit vilja ikki seta ov nógv krøv til, hvussu sangurin skal ljóða. Kreativa frælsið skal vera stórt, men ynskið er ein sangur, sum er savnandi, fevnandi og hevur orku – og sum bæði børn og vaksin kunnu taka til sín.

Tá Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum í 1989, varð sangurin "Føroyar framá" skrivaður til leikirnar. Hann hevur síðani fingið eitt langt lív og verður framvegis tikin fram í sambandi við stórar føroyskar ítróttarhendingar.

Nú er vónin, at ein nýggjur sangur kann gerast partur av ljóðmyndini, tá Føroyar aftur taka ímóti oyggjaleikunum á sumri 2027. Ein dómsnevnd skal takar dagar millum innkomnu sangirnar, og ætlanin er, at lurtarin eisini fær ein lut í avgerðini. Sangurin verður avdúkaður á Ítróttarfagnaðinum.

Virðislønir verða lætnar nummar 1, 2 og 3, og hugsandi er, at fleiri sangir kunnu gerast ein partur av Oyggjaleikunum 2027.

Hoyr samrøðuna við Solby Christiansdóttir og Rúna Jákupsson.

a_2310-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129