- Tíðindi, mentan og ítróttur
Zelensky vil útskriva val, um Putin tekur undir við vápnahvíld

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky, sigur, at hann fer at skriva út val, um russiski forsetin, Vladimir Putin, tekur undir við vápnahvíld millum londini bæði.
Hetta hendir eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, fanst at Zelensky og segði, at Ukraina "hevur brúk fyri nýggjum forseta".
Orsøkin er, at Kyiv ikki vil geva lyfti um at gevast við álopum á russiska orkukervið.
Kreml sigur í dag, at Russland kann taka undir við vápnahvíld afturfyri ein møguligan valdag, skrivar Reuters.
- Putin hevði verið til reiðar at givið boðini um at gevast við álopum á Ukraina á sjálvum valdegnum, um Kyiv veruliga vil hava valið, sigur Kreml í fráboðan, sum Reuters endurgivur.


























