- Tíðindi, mentan og ítróttur
Listaskálin verður umvældur
Listaskálin verður umvældur
56 ára gamli Listaskálin í Havn verður í hesum døgum høvuðsumvældur
Fotografur: Bárður Veihe
20.10.2026 - 19:25
Gongd er í umvælingini av 56 ára gamla Listaskálanum í Havn. Nýtt gólv er stoypt, og bygningurin hevur fingið nýggj vindeygu.
Nógv av upprunaliga savnsbygninginum, sum var tikin í nýtslu í 1970, verður varðveitt, sigur Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri á Listasavninum.
Umvælingin er partur av størri um- og útbygging av savninum fyri til samans góðar 71 milliónir krónur.
Umvælingarnar á Listaskálanum eru partur av størri umvæling og útbygging á savninum.
Eftir ætlan er arbeiðið á Listasavninum liðugt á vári í 2028.
Sí meira í innslagi í Degi og viku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV























