- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA vil hava Viktor Orbán til ST-aðalskrivara

Trump-stjórnin ætlar at fáa fyrrverandi ungarska forsætisráðharran, Viktor Orbán, at gerast næsti aðalskrivari í ST, skrivar Wall Street Journal.
Blaðið skrivar, at keldur í trimum londum vátta, at USA hevur Viktor Orbán í uppskoti til starvið.
Amerikonsk embætisfólk skulu hava sannført 63 ára gamla fyrrverandi forsætisráðharran til at stilla upp.
Sambært blaðnum, er ætlanin, at USA, Russland og Kina saman stilla Orbán upp.
Sambært embætisfólki í amerikanska uttanríkisráðnum verður hildið, at bæði Russland og Kina fara at taka undir við uppskotinum.
- Tá ið USA, Russland og Kina ætla tað sama í ST-trygdarráðnum, plaga tey at fáa sín vilja, siga embætisfólk úr USA og einum øðrum landi við blaðið.
Fær stuðul frá átta londum í trygdarráðnum
Sambært amerikanska embætisfólkinum hevur Orbán longu stuðul frá átta av teimum 15 limunum í trygdarráðnum, og tað átti at borið til at fáa stuðul frá tíggju londum.
Wall Street Journal skrivar, at Orbán hevur víst áhuga fyri starvinum, men at hann ikki stillar upp uttan at vera vísur í at vinna.
- "Dreymavalevnið hjá MAGA-konservativum," sigur amerikanska embætisfólkið um Orbán.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, stuðlaði Orbán í sambandi við ungarska valið í apríl, og varaforsetin, J.D. Vance, var við í valstríðunum hjá honum.
Báðir fara væntandi at stuðla honum, um hann stillar upp til ST-starvið.

























