- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lagarde gevst sum forkvinna í ECB

Forkvinnan í Evropiska Miðbankanum, ECB, Christine Lagarde, leggur frá sær 7. februar næsta ár.
Tað upplýsir miðbankin í tíðindaskrivi.
Christine Lagarde var áramálssett til oktober næsta ár. Tá hevði hon sitið í starvinum í átta ár.
ES-ráðið skal velja nýtt fólk.
ES-forsetin, António Costa, skrivaði í boðum á X, at arbeiðið at finna næsta leiðaran í ECB byrjar í dag.
Hann takkaði eisini Lagarde fyri arbeiði hennara fyri miðbankan, sum hon hevur staðið á odda fyri síðani november 2019.
- Gjøgnum eina alheimsfarsótt, kríggj í Evropa, orkukreppur og inflatiónsskelk hevur hon veitt støðuga og miðvísa leiðslu, sum hevur verið við til at tryggja støðufesti og mótstøðuføri í evruøkinum, skrivar hann.
Sambært Financial Times hevur Christine Lagarde verið í uppskoti sum nýggjur forkvinna í heimsbúskaparráðnum, World Economic Forum.



























