Milliónir til spreingiknøttar endaðu hjá falskari fyritøku

Milliónir til spreingiknøttar endaðu hjá falskari fyritøku
Tær 71 milliónirnar vóru partur av danska stuðulspakkanum til Ukraina, sum skuldi brúkast til lóður
Táverandi verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, á fundi við estiska verjumálaráðharran í fjør um hjálparpakka til Ukraina.
Mynd: Danska verjan  
 
30.10.2026 - 08:26

Danska stjórnin hevur sent 71 milliónir krónur til Estlands, sum vóru markaðar til spreingiknøttar - granatir - til Ukraina, men donsku milliónirnar endaðu hjá einum einari falskar fyritøku í Italia.

Tað skrivar TV2.

Stuðulin var partur av samlaða stuðulspakkanum hjá Danmark, sum er umleið 317 milliónir krónur, og skuldi stuðla Ukraina við lóðri, skrivar Danwatch.

Tað var á fundi á Ramstein-støðini í Týsklandi í mars 2024, at estiski verjumálaráðharrin, Hanno Pevkur, heitti á Danmark og onnur sameind um stuðul til ukrainska herin.

Troels Lund Poulsen, sum tá var verjumálaráðharri, læt árið eftir Estlandi góðar 300 milliónir krónur.

 

Lóðrið kom ongantíð til Ukraina

Estisku myndugleikarnir brúktu skjótt 71 milliónir krónur av gávuni hjá dønum til spreingiknøttar, men teir komu ongantíð til ukrainsku lóðurgoymslurnar.

Sambært Danwatch hevði felagið ongar myndir av lóðri á heimasíðuni, fyrr enn indiski vápnaframleiðarin, Neco Defense, keypti felagið í 2024.

Hinvegin var heimasíðan eftir øllum at døma full av vitlíkismyndum frá telduspølum, sum vórðu brúktar til at lýsa við hernaðarligum lóðri, sum felagið segði seg selja.

- Teir skrivaðu á heimasíðuni, at teir kundu framleiða stórar spreingiknøttar, men tað høvdu teir hvørki amboð ella loyvi til. Estland hevur ikki gjørt sítt arbeiði til lítar, sigur Jakob Kjøgx Bohr, tíðindamaður, sum hevur avdúkað málið fyri Danwatch.

 

Ráðharri koyrdur

Málið førdi tí til, at estiski verjumálaráðharrin, Hanno Pevkur, var koyrdur í september.

Danwatch biðið følsku fyritøkuna Datasel um viðmerking, men til fánýtis. 

Danska forsætismálaráðið og goymslumiðstøðin hjá donsku verjuni vilja ikki gera viðmerkingar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672