- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sodavatn og góðgæti skal út úr ítróttarhallum

Sodavatn, kips, køkur og góðgæti.
Hetta er aloftast at síggja í kioskunum, sum eru í ítróttarhallunum kring landið, tá børn eru til ítróttarkappingar.
Men stendur tað til Snorra Patursson, sum er kostfrøðingur og fólkaheilsusamskipari, áttu kioskirnar heldur at selt vatn, frukt og annað heilsugott.
– Børn hava ikki tørv á sodavatni og góðgæti í einum ítróttarumhvørvi. Tey hava tørv á mati og drykkivørum, sum stuðla undir heilsu og rørslu, sigur Snorri Patusson í útvarpssendingini, Heilsuhornið.
Hóast Snorri Patusson viðurkennir, at feløg hava tørv á inntøkum, heldur hann ikki, at fólkaheilsan hjá børnum eigur at verða goldin við sølu av góðgæti.
– Eg vildi ynskt, at frukt og aðrar matvørur, sum børn veruliga hava tørv á, vóru tað sjálvsagda valið í kioskunum, sigur Snorri Patursson.
Sambært honum er talan um eina neyðuga broyting, um samfelagið skal tálma vaksandi trupulleikum við yvirvekt og ósunnum kostvanum.
Til ber at hoyra sendingina Heilsuhornið við at trýsta her.




























