Viktor Janukovitsj eftirlýstur fyri hópdráp

Viktor Janukovitsj eftirlýstur fyri hópdráp
Forsetin í Ukraina, Viktor Janukovitsj, er nú alment eftirlýstur av løgregluni, sigur virkandi innanríkisráðharrin, Arsen Avakov
Forestin í Ukraina, Janukovitsj, er nú eftirlýstur av løgregluni fyri hópdráp, eftir ógvusliga ófriðin í Kiev farnu tíðina, sum hevur kravt fleiri enn 80 mannalív

24.02.2014 - 10:28

- Eitt mál um hópdráp av sivilum fólki byrjar nú, og Janukovitsj, og onnur fólk, ið kunnu dragast til svars, eru eftirlýst av løgregluni, sigur virkandi innanríkisráðharrin í Ukraina.

Sambært innanríkisráðnum í Ukraina var forsetin, Viktor Janukovitsj, sunnudagin seinnapartin staddur onkrastaðni í Krim, eftir at hann í farnu viku flýddi úr Kiev, har ófriður hevur valdað.

Arsen Arakov, virkandi innanríkisráðharri, skrivaði á Facebook sunnudagin, at Viktor Janukovitsj sunnukvøldið varð sæddur í bili í Krim saman við trygdarvørðum.

Trygdarlið savnað

Eftir ógvusligan ófrið í fleiri dagar, har fleiri enn 80 fólk eru deyð á gøtunum í Kiev, flýddi forsetin, Viktor Janukovitsj, í eini tyrlu fríggjadagin, skriva útlendskir netmiðlar, teirra millum tíðindastovan Interfax.

Síðan er leiðin løgd frá Kiev til Kharkiv, eystarlaga í landinum, og víðari til Donetsk, har marknaløgreglan fekk hildið flogfarinum hjá Janukovitsj aftur. Síðani fór Janukovitsj til Krim-hálvoynna.

Í einum privatum húsum í Balaclava-landspartinum á Krim savnaði hann trygdarvørðar sínar og gav teimum valið millum at fylgja við honum ella geva seg yvir, sigur virkandi innanríkisráðharrin, Arsen Avakov.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290