Henda myndin fekk í nátt Twitter at hokna
Henda myndin fekk í nátt Twitter at hokna
Ein mynd við millum øðrum Julia Roberts, Brad Pitt og Meryl Streep dróg í nátt so nógva ferðslu, at sosiali miðilin Twitter steðgaði eina løtu
Henda myndin frá Oscar-handanini dróg í nátt so nógva ferðslu, at tøknin handan twitter.com steðgaði upp eina løtu
Mynd: twitter.com
03.03.2014 - 09:58
Ongantíð áður hevur ein mynd á Twitter drigið so nógva ferðslu, sum myndin, ið Ellen DeGeneres legði á sosiala miðilin Twitter í nátt frá Oscar-handanini.
Ellen DeGeneres, vertur á Oscar 2014, rópti nakrar av teimum mest kendu sjónleikarunum í heiminum saman, og tók eina mynd og legði myndina á Twitter.
Hetta var eisini meira enn tøknin handan Twitter megnaði at handfara. Twitter lá stilt eina løtu, tí fólk í túsundatali deildu myndina hjá EllenDeGeneres um aftur.
Deild 1.000.000 ferðirnar uppá minni enn ein tíma
Á myndini síggjast nakrir av heimsins mest kendu sjónleikarum, teirra millum Julia Roberts, Meryl Streep og Kevin Spacey, ið um dagarnar er kendur fyri røðina House of Cards.
Sí twittið, sum EllenDegeneres legði á Twitter í nátt, á slóðini her: Ellen DeGeneres Show @TheEllenShow (letur upp í nýggjum kaga)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343