42 flóttafólk druknað

42 flóttafólk druknað
42 flóttafólk úr Afrika druknaðu í gjár, tá báturin, tey vóru í, koppaði útfyri Jemen, upplýsir verjumálaráðið í landinum
42 flóttafólk úr Afrika, ið ætlaðu at leita sær friðskjól í Evropa, doyðu í gjár, tá báturin, tey vóru í, holvdist útfyri Jemen
Mynd: Kort: Google Earth

10.03.2014 - 09:35

Sjóverjan í Jemen hevur bjargað í minsta lagi 30 flóttafólkum, ið vóru umborð á bátinum í Arabiska Havinum. Tey eru nú send á flóttalegu, upplýsa myndugleikarnir.

Túsundtals flóttafólk úr Afrika royna á hvørjum ári at sleppa inn í Jemen fyri at sleppa burturúr fátækradøminum í heimlandinum. Úr Jemen ferðast tey víðari, har tey leita eftir størvum.

Flóttafólk úr Afrika royna eisini javnan at koma sær inn í Evropa umvegis Miðjarahavið. Serliga italska oyggin Lampedusa er væl umtókt hjá flóttafólkunum, skrivar tíðindastovan AFP.

Tvær bátsvanlukkur í oktober

Jemen er fyrsta steðgistað hjá flóttafólkum úr Afrika, ið ætla at leita sær friðskjól í Evropa. Tí stríðast myndugleikarnir í Jemen javnt og samt við flóttafólk, ið royna at koma sær inn í landið.

Í oktober 2013 lótu 550 flóttafólk lív í tveimum bátsvanlukkum, tá bátarnir, tey vóru í, koppaðu í farvatninum millum Libya og Lampedusa í Italia.

Italia hevur í fleiri umførum biðið um hjálp frá EU, fyri at basa vaksandi trupulleikanum við flóttafólkum, ið royna at koma sær inn í landið. Higartil uttan stórvegis eydnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. oktober
RagnarRokk 16.oktober 2025
197380
Hósdag 16. oktober
RagnarRokk: Nick Holmes um Acension
197379
Hósdag 16. oktober
RagnarRokk: The Viking um Armageddon
197378
Hósdag 16. oktober
Nýtt ljóð
198542
Hósdag 16. oktober
Kvørnin: "Spegil", Simona Paula
198538
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. oktober
Veðrið
198546
Hósdag 16. oktober
Mett fyri minni II (1:3)
198532
Mikudag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
198470
Týsdag 14. oktober
Veðrið
198444
Týsdag 14. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
198422