Er hetta horvna flogfarið ið nú er funnið?

Er hetta horvna flogfarið ið nú er funnið?
Malaysiski flutningsmálaráðharrin váttar, at slóðir eru funnir eftir MH370-flogfarinum hjá Malaysia Airlines, ið hvarv fyri 12 døgum síðan
Leiting verður nú tikin upp í syðra parti av indiska havinum, eftir at henda fylgisveinamyndin er komin undan kavi
Mynd: australia.gov.au

20.03.2014 - 09:01

Avstralski forsætiráðharrin, Tony Abbot, sigur, at tveir lutir eru funnir í syðra parti av indiska havinum, og teir kunnu vera vrakpetti av horvna flogfarinum. skrivar Reuters.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo:8080/greinar/2014/03/17/mh370-beindu-flogskipararnir-fyri-... Beindu flogskipararnir fyri flogfarinum?

Annar luturin er 24 metrar til longdar, upplýsir ein talsmaður fyri avstralsku myndugleikarnar. Forsætisráðharrin leggur dent á, at enn er ov tíðliga at siga nakað við vissu.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/greinar/2014/03/14/20-ara-gamal-kanska-loyst-gatuna-um-hor... ára gamal kanska loyst gátuna um horvið flogfar

Malaysiska flogfarið hvarv 8. mars, tá tað var á veg úr malaysiska høvuðsstaðnum Kuala Lumpur til kinesiska høvuðsstaðin, Beijing.

SÍ EISINI Flogfar horvið: Eingi tekin um lív

239 fólk vóru við flogfarinum. 25 lond hava leitað eftir flogfarinum í einum øki, sum er til víddar sum alt Avstralia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844