Føroysk gransking fær nú 28 milliónir krónur

Føroysk gransking fær nú 28 milliónir krónur
Sjúkrakassagrunnur Føroya avhendar í dag fæið úr grunninum til Granskingargrunnin. Føroysk gransking kann fegnast um at fáa 28 milliónir krónur
Fæið úr Sjúkrakassagrunni Føroya, 28 milliónir krónur, verður nú latið gransking innan heilsu í Føroyum

31.03.2014 - 07:00

Klokkan 13 seinnapartin fer Sjúkrakassagrunnur Føroya at skriva undir avhendingaravtalu við Granskingargrunnin undir Granskingarráðnum.

Granskingargrunnurin fær 28 milliónir krónur, ið er fæið í Sjúkrakassagrunninum. Talan er um reiðan pening og bygningin hjá Sjúkrakassanum í Havn.

Sjúkrakassagrunnur Føroya fer á samkomu seinnapartin at kunngera, hvussu fæið skal nýtast, til trý høvuðsøki innan heilsugransking í Føroyum.

Samtykt í 2012

Í 2012 samtykti Løgtingið, at fæið, sum tá var eftir í føroysku sjúkrakassunum, skuldi brúkast til at menna heilsuøkið í Føroyum við atliti til gransking.

Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Heilsumálaráðið stovnaðu í apríl 2013 Sjúkrakassagrunn Føroya, ið fekk sum uppgávu at gera leiðreglur fyri, hvussu fæið skal brúkast.

Í nevndini fyri Sjúkrakassagrunn Føroya eru umboð fyri Sjúklingaráðið, Meginfelag teirra brekaðu, Landsfelag pensjónista, fakfeløgini á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum, Heilsumálaráðið og Meginfelag Sjúkrakassa Føroya.

Tað verður nú Granskingarráðið, ið er fyrisitingin hjá Granskingargrunninum, saman við eini faknevnd, sum fer at lýsa við stuðulsmøguleikum, skrivar gransking.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366