Eitt ár millum krøv og eftirlit

Eitt ár millum krøv og eftirlit
Eingin veit, hvussu eftirlitið verður við upplýsingunum, sum løgreglan fær frá telefyritøkunum
Ikki er greitt, um eftirlitið verður danskt ella føroyskt, tá løgreglan vil hava hava at vita, hvat fólk siga í fartelefonini
 
01.05.2014 - 08:51

Telefyritøkurnar skulu hava fingið loynilurtiskipanina at virka í seinasta lagi 1.juli næsta ár, men krøvini koma í gildi um tveir mánaðir.

Hóast óvissa framvegis valdar um, hvussu eftirlitið við loynilurtiskipanini og persónsviðkvomu dátagoymslunum skal skipast, og hvør skal hava tað, føroyskur ella danskur eftirlitsstovnur, kemur seinasta stigið í stóra avlurtingarpakkanum í gildi longu um tveir mánaðir.

Tað er lógin, sum áleggur telefyritøkunum at hjálpa løgregluni at gera inntriv í fráboðanarloyndina og síggja til, at tøkniliga útgerðin og skipanir eru soleiðis, at løgreglan fær tær upplýsingar, sum hon vil hava.

Týsdagin segði stjórin í Dátueftirlitinum, Eyðhild Skaalum, at tey mæla tinginum frá at samtykkja krøvini til telefyritøkurnar, so leingi, sum óvist er, hvørt donsk lóg ella føroysk lóg er galdandi.

Hetta merkir, at eftirlitsparturin, parturin um dátutrygd, als ikki er fingin upp á pláss, men landsstýrismaðurin í vinnumálum vikast ikki av hesum.

Í viðmerking til Dátueftirlitið sigur Vinnumálaráðið, at longu nú verða sambært galdandi rættargangslóg upplýsingar útflýggjaðir millum telefeløgini og løgregluna. At áleggja fjarskiftisveitarunum at hava útgerð tøka til avlurting broytir tí ikki stórvegis ta mannagongd, sum longu er í dag, sigur Vinnumálaráðið. 

Vinnumálaráðið er tó samt við Dátueftirlitið í, at viðurskiftini viðvíkjandi persónsupplýsingarlógini eiga at verða fingin uppá pláss.

Sambært gildiskomuásetingini í uppskotinum skulu krøvini viðvíkjandi útgerð til avlurting av fastnettelefoni, fartelefoni og SMS og fjarskiftiseftiransan verða lokin í seinasta lagi 1.juli 2015. 

Vinnumálaráðið metir tí, at tað átti at borið til hjá Løgmansskrivstovuni at fingið viðurskiftini viðvíkjandi persónsupplýsingarlóggávuni upp á pláss við danska Løgmálaráðið, áðrenn lógin kemur í gildi. 

Seinasti partur í loynilurtiskipanini verður samtyktur, helst longu í komandi viku, hóast eftirlitsparturin við loynilurtingini enn hongur í leysum lofti.

Løgmansskrivstovan hevur ikki enn fingið boð úr danska Løgmálaráðnum um, hvør lóg skal galda, ein gomul donsk lóg frá 1978, tann nýggjara danska, sum er í gildi í Danmark, ella kanska føroyska persónsdátalóggávan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. februar
Skratsj 25. februar 2026
204806
Mikudag 25. februar
Eitt korter við klassiskum
204805
Mikudag 25. februar
Lesið reglurnar væl
204795
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693