Havrannsóknarskipið skal teknast av nýggjum

Havrannsóknarskipið skal teknast av nýggjum
Tingið hevur samtykt broytingaruppskotið frá samgonguflokkunum í Vinnunevndini
 
07.05.2014 - 15:00

Nýggjar tekningar og nýggj verkætlan skulu gerast fyri nýggja havrannsóknarskipið, og tí kann væntast, at bíðitíðin eftir nýggjum skipi verður longd eina ferð enn.

Løgtingið samtykti seinnapartin uppskotið frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni,  við teimum broytingum, sum samgongutingmenninir í Vinnunevndini mæltu til. Broytingin varð samtykt við 19 atkvøðum fyri og 11 ímóti. 

Starvsmenn siga seg upphavsrætt

Tríggir starvsmenn á Havstovuni hava gjørt vart við, at teir eiga upphavsrættin til tekningarnar og verkætlanina, sum Fiskimálaráðið fekk fyri góðum trimum árum síðani. Tekningarnar og kravspesifikasjónirnar liggja við lógaruppskotinum hjá Fiskimálaráðnum um at langtíðarleiga havrannsóknarskip frá privatum felagi, sum skal byggja skipið. 

Sakførarin hjá teimum trimum Havstovumonnunum hevur gjørt politiska myndugleikan varugan við, at løgtingið kann ikki við lóg taka ræðisrættin ella ognarrættin frá teimum, sum eiga upphavsrættin. Meirilutin í Vinnunevndini visti á, at landið hevur higartil brúkt átta milliónir krónur til at gera kravspesifikatiónir, tekningar og detailprojekt til nýtt havrannsóknarskip. Hetta arbeiðið er gjørt gjøgnum Havstovuna.  

Nýggjar tekningar

Men fyri at sleppa undan møguligum sakarmáli um upphavsrætt, mælir meirilutin nú landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til at lata biðja um nýggja tekning og byggja annað skip enn tað, sum er í lógaruppskotinum. Landsstýrismaðurin bað annars Vinnunevndina broyta lógaruppskotið fyri at sleppa undan upphavsrættinum.  Hann mælti til seta í uppskotið, at havrannsóknarskipið skal byggjast samsvarandi krøvum hjá Havstovuni.  

Men meirilutin í Vinnunevndini orðar broytingina øðrvísi, so Havstovan als ikki er nevnd.

Broytingaruppskotið hjá samgongumonnunum í Vinnunevndini var, at havrannsóknarskipið skal byggjast samsvarandi teimum krøvum, sum skipið skal brúkast til. 

Lógin skal hava eina viðgerð í tinginum afturat.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951