Útlendingar økja fólkatalið í Danmark

Útlendingar økja fólkatalið í Danmark
86 prosent av fólkavøkstrinum frá 2009 til 2013 stavaði frá útlendingum
 
13.05.2014 - 08:43

Seinastu fimm árini eru 100.000 útlendingar komnir til Danmarkar. Frá 2009 til 2013 vóru útlendingar 86 prosent av øllum fólkavøkstrinum í Danmark, skrivar JyllandsPosturin.

Í fjør minkandi talið av íbúgvum í Danmark við 789 fólkum, um hugt verður eftir borgarum við donskum uppruna.

Men tá talið av innflytarum og eftirkomarum teirra samstundis veksur, var fólkavøksturin í fjør 24.607 fólk.

Tað stendur í svari frá danska innanríkisráðnum til fólkatingsnevndina fyri útlendinga- og integratiónspolitikk.

Sambært svarinum, standa útlendingar fyri 86 prosentum av øllum fólkavøkstrinum upp á 115 túsund frá 2009 til 2013.

Býtið millum útlendingar úr vesturheiminum og øðrum pørtum av heiminum, sum flyta til Danmarkar, er næstan javnt, skrivar JyllandsPosturin.

Leiðarin fyri granskingarbólkinum hjá RockWool-grunninum, Torben Tranæs, heitir á politikkar um at gera meira við integratiónina.

Hann sigur, at tað hevur alstóran týdning, at útlendingar fáa eitt arbeiði sum skjótast, og at eftirkomarar teirra verða útbúnir og finna seg til rættis í samfelagnum.

Hinvegin mælir framsøgumaðurin hjá Danska Fólkaflokkinum,  Martin Henriksen, til at minka um streymin av innflytarum  og herða útlendingapolitikkin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. november
Jambalaja - 091124
183353
Leygardag 9. november
Upp á tá - 081124
183350
Leygardag 9. november
Vikan - 9. november 2024
183341
Leygardag 9. november
Morgunlestur leygardagur 9. november 2024
183015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 9. november
Veðrið - teknmálstulkað
183337
Leygardag 9. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183336
Fríggjadag 8. november
Veðrið
183323
Fríggjadag 8. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183283