Nýtt læknadømi á Skálafjørðinum

Nýtt læknadømi á Skálafjørðinum
1. juni verða Runavíkar læknadømi og Skála læknadømi niðurløgd, og nýggja Skálafjarðar læknadømi tekur við
1. juni verða Runavíkar læknadømi og Skála læknadømi løgd saman í Skálafjarðar læknadømi
Mynd: KvF  
 
20.05.2014 - 16:31

<p>Hetta verður gjørt til tess at bøta heilsutænasturnar hjá borgarum í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunum. Borgarar í Oyndarfirði, Funningi og Funningsfirði, sum nú hoyra til Eiðis læknadømi og Fuglafjarðar læknadømi, fara eisini at hoyra til Skálafjarðar læknadømi.</p>

<p>Tríggir kommunulæknar fara at starvast í Skálafjarðar læknadømi. Ein teirra er í føstum starvi. Í fyrstu atløgu verða viðtalur framvegis á Skála og á Strondum, men tá hølini í Heilsumiðstøðini í Runavík eru umvæld, verður viðtalan á Strondum opin tveir dagar um vikuna, til koyrandi er undir Skálafjørðin.</p>

<p>Sum frálíður er ætlanin, at kanningar og viðgerðar, sum kunnu verða aðrastaðni enn á sjúkrahúsunum, verða á heilsudeplum. Dentur verður lagdur á at veita og menna heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar og ráðgeving.</p>

<p>At røkja hesar uppgávur fara eitt nú kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, kostfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar og ljósmøður at starvast á heilsudeplunum.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360