Føroyar vunnu

Føroyar vunnu
Hóast Georgia var favorittur at vinna IHF Trophy finaluna, vunnu Føroyar stórsigur
Mynd: Ári Rouch  
 
25.05.2014 - 20:03

Tað sá einki út í morgun. Føroyskan legan hekk eitt sindur við høvdunum, tí aftur gjørdi hervilig búkilska um seg í hópinum.

Afturat tí vóru tey flestu sum luttóku í kappingini samd um, at Georgia fór at vinna finaluna á Føroyum.

Men tað sást frá byrjan, at føroysku leikararnir vóru komnir á vøllin við einum endamáli, og tað var at vinna dystin.

Verja og málverji stóðu væl, og í álopspartinum hava flestu leikararnir neyvan fyrr verið neyvari við sínum skotum.

Føroyar vóru á odda 17-12 í hálvleikinum, og hóast Georgia kom við øllum teir høvdu í seinna hálvleiki, bleiv føroyska liðið við at spæla sítt spæl.

Endin var eisini, at Føroyar vunnu sannførandi 34 - 25 sigur á Georgia.

 

Besta avrikið hjá einum føroyskum landsliðið

Føroysku venjararnir Kári Nielsen og Birgir Hansen høvdu bara góð orð um sínar leikarar aftan á dystin. - Hetta er besta avrik sum vit hava sæð frá einum føroyskum landsliðið í okkara tíð, vóru teir báðir samdir um.

 

Føroyar - Georgia 34 - 25 (17-12)

Áki Egilsnes, 9

Rói Berg Hansen, 6

Kjartan Johansen, 6

Hilmar L. Jakobsen, 4

Jónas G. Djurhuus, 4

Allan Norðberg, 2

Helgi Hoydal, 2

Pætur Thomsen, 1

 

Hava spælt seg víðari til IHF endaspælið

Við gullinum í hesi evropeisku IHF Trophy kappingini hava Føroyar spælt seg í størri kapping, har lond úr øllum heiminum kappast.

Innleiðandi umførini í kappingini eru í Evropa, Pan Amerika, Asia, Afrika og Osiania.

Føroyar og vinnararnir úr hinum heimspørtunum skulu seinni møtast í kapping sína millum. Enn er ógreitt nær tað verður.

 

Føroysku úrslitini í IHF Trophy kappingini í Andorra:

 

Føroyar - Aserbadjan 43-12 (17-5)

Føroyar - Írland 40-13 (18-8)

Føroyar - Andorra 42-30 (17-16)

Føroyar - Moldova 25-24 (15-12)

Føroyar - Gerogia 34-25 (17-15)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Týsdag 26. mai
Kappróður test
208819
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776