Halda seg hava funnið skjúttan

Halda seg hava funnið skjúttan
Myndugleikarnir í Belgia siga seg hava tikið ein mann, sum er ákærdur fyri álopið á eitt jødiskt savn fyri einari viku síðani
Maðurin skjeyt frá hond holocaustsavninum í Brússel
 
01.06.2014 - 16:20

Maðurin hevði eina riflu og eina pistól hjá sær, tá hann varð tikin, skrivar tíðindastovan, AFP.
Tað var leygardagin í farnu viku at ein maður fór inn á jødiska savnið, og myndaupptøka vísti, at hann tók eina riflu úr eini tasku, og skjeyt frá hond.
Hann drap eini ísraelsk hjún, eina franska kvinnu og ein ungan mann úr Belgia.

Maðurin fór síðani til gongu úr savninum.
Løgreglan hevur gjørt nógv fyri at finna tann seka, m.a. við at almannakunngera upptøkurnar, og samstundis biðja fólk um hjálp.
Stutt eftir hendingina varð ein maður tikin og skuldsettur. Hann varð kortini latin leysur aftur, tí hann hevði einki við hendingina at gera, men var staddur í grannalagnum.
Nú heldur løgreglan seg so hava tikið tann rætta, og hann skal hava tilknýti til víðgongdar bólkar í sýria, skriva tíðindastovurnar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770