Aleqa Hammond halda røðu í ST

Aleqa Hammond halda røðu í ST
Tað verður á veðurlagsráðstevnuni hjá ST sum byrjar 23. september
 
09.06.2014 - 16:41

ST aðalskrivarin, Ban Ki-moon, ætlar at nýta Grønland sum fyrimynd í royndini at fáa heimsins leiðarar at taka veðurlagsbroytingarnar í størri álvara.

Tað segði hann grønlendska landsstýrismanninum í umhvørvis- og náttúrumálum, Kim Kielsen, sum hitti ST-aðalskrivaran í New York.

Ban Ki-moon var á vitjan í Grønlandi í mars, og hóast vitjanin bert vardi í tvey samdøgur, so segði hann seg fáa nógv burturúr.

So nógv, at hann nú vil hava Grønland uppí arbeiðið, sum ST nevnir: "Burðardygg orka til øll".

23. september verður veðurlagstoppfundur í høvuðsborgini hjá ST í New York, og millum røðararnar verður grønlendska landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond.

Á fundinum við landsstýrismannin segði ST-aðalskrivarin seg vóna, at londini sum hava nógv vakstrarhúsútlát, fara at leggja ætlanir fram um at minkia útlátið á fundinum í september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. mai
Upp á tá - 220526
208739
Leygardag 23. mai
Morgunlestur leygardagur 23.mai 2026
208382
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604