Johan, Jørgen og Karsten klára seg ringast

Johan, Jørgen og Karsten klára seg ringast
Ein meiningakanning, sum Fólkaflokkurin hevur gjørt, vísir, at Johan Dahl, Jørgen Niclasen og Karsten Hansen klára seg illa í landsstýrinum
 
11.06.2014 - 11:14

Tað er ikki bara Tollmálið, sum ger politiska lívið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, trupult í løtuni. 

Sambært eini meiningakanning, sum hansara egni flokkur hevur biðið um, men ikki ætlar at almannakunngera, halda bara seks prosent av veljarunum, at Jørgen Niclasen klárar seg væl í sessinum sum landsstýrsmaður.

Kanningin er gjørd um mánaðarskiftið apríl /mai, tað er væl, áðrenn atfinningarsama sendingin Tollmálið varð send í sjónvarpinum, og kann tað sostatt ikki verða hendan sendingin, sum hevur ávirkað umdømið hjá Jørgeni Niclasen.

Hini landsstýrisfólkini nógv størri undirtøku

Víðari avdúkar kanningin, at Jørgen Niclasen stendur rættiliga einsamallur við vánaligu undirtøkuni sammett við sínar floksfelagar í landsstýrinum. Fólkaflokkurin eigur nevniliga báðar toppskorararnar á listanum yvir, hvussu væl veljarar halda,  landsstýrsfólkini klára seg. Heili 32 prosent halda landsstýrsmannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, klára seg væl.  Beint í hølunum á honum kemur landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, sum fær undirtøku frá  29 prosentum av veljarunum. 

Síðani er eitt langt lop niður til nr. 3 á listanum, sum er Bjørn Kalsø, landsstýrsmaður í mentamálum. Níggju prosent halda, at dugur er í honum sum landsstýrismanni.

Eitt vet verri sær tað út hjá løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen - sambært kanningini halda bara sjey prosent av veljarunum, at løgmaður klárar seg væl í sessinum.

 Karsten Jørgen og Johan á niðasta plássi

Næst niðast liggjur so Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, saman við Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, við hvør sínum seks prosentum av undirtøku frá veljarunum. Niðast á listanum liggur Johan Dahl - bara trý prosent halda, at Johan Dahl klárar seg væl í sessinum sum landsstýrsmaður í vinnumálum.

Umleið 500 fólk vórðu spurd í kanningini, sum fyritøkan Lóðir hevur gjørt fyri Fólkaflokkin.

Jørgen Niclasen hevur ikki hug at gera viðmerkingar til kanningina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128