ES eigur at gjalda fyri føroysku sildakvotuna

ES eigur at gjalda fyri føroysku sildakvotuna
Stjórin í norska reiðarafelagnum sigur, at gamla kvotabýtið frá 2007 eigur at halda fram
 
13.06.2014 - 08:07

ES noyðist at gjalda, nú Føroyar fáa knappliga 20.000 tons meira av norðhavssild enn strandarlondini vóru samd um at lata Føroyum. 

Tað sigur Audun Maråk, stjóri í norska reiðarafelagnum, á heimasíðu felagsins.

Hann sigur, at gamla kvotubýtið frá 2007 eigur at halda fram. Annað kann Noreg ikki góðtaka.

ES skal rinda rokningina

Audun Maråk minnir á, at avtalan millum Noreg og Føroyar um sínámillum fiskirættindi í 2014 var treytað av, at Føroyar eru við í avtaluni millum strandarlondini um norðhavssild. Sambært henni eiga Føroyar 21.000 tons, ikki 40.000 tons, sum ES og Føroyar nú eru vorðin samd um.

Noreg eigur at strika avtaluna við Føroyar um fiskirættindi í ár, sigur Audun Maråk. Og tað líkist ongum, at ES enn eina ferð fer uttan um hini strandarlondini í samráðingunum um uppsjávarfisk.

Nú ES hevur góðtikið, at Føroyar fáa meira sild, eigur ES eisini at rinda rokningina fyri tað, sigur Audun Maråk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751