Kvotur sambært fiskifrøðini

Kvotur sambært fiskifrøðini
Íslendski fiskimálaráðharrin lurtar eftir fiskifrøðingunum. Kvoturnar næsta fiskiár eru ásettar
Sigurður Ingi Jóhansson, fiskimálaráðharri
 
30.06.2014 - 09:50

Í Íslandi er longu avgjørt, hvussu nógv, skip og bátar sleppa at fiska næsta fiskiár, sum byrjar 1.september.

Sigurður Ingi Jóhannsson, fiskimálaráðharri, lurtar eftir fiskifrøðingunum. Kvoturnar, sum ráðharrin hevur ásett, eru júst tær somu, sum íslendska havstovan mælti til. 
Tað er galdandi fyri øll fiskasløg.   

Sigurður Ingi Jóhannsson sigur, at hann heldur tað vera umráðandi, at Ísland hevur gott orð á sær hjá øðrum fiskivinnutjóðum og hjá teimum, sum keypa fisk.
Tí eiga avgerðir um kvotur at byggja á vísindi, sigur ráðharrin, sum heitir á fiskifrøðingar og fiskimenn um at arbeiða saman, tí viðhvørt er ikki samsvar millum royndirnar hjá fiskimonnum og niðurstøðurnar hjá fiskifrøðingum.

Ísland er ikki við í semjuni millum strandarlondini um makrelin í ár. 
Íslendska makrelkvotan í ár er knappliga 168.000 tons, 16,6 prosent av heildarkvotuni, sum ICES mælir til.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730