Grønland: Minni rækja - meiri toskur og kalvi

Grønland: Minni rækja - meiri toskur og kalvi
Grønlendska hagstovan hevur gjørt landingarvirðið upp í fjør
 
01.07.2014 - 08:51

Stór afturgongd var í grønlendska rækjufiskiskapinum í fjør, men meiri varð landað av toski, kalva og makreli.

Tað vísir ein uppgerð frá grønlendsku hagstovuni.

Rækja er týdningarmesta útflutningsvøran í Grønlandi, men í fjør vórðu landað 5.000 tons færri, ella tilsamans 45.000 tons av rækjum. Hinvegin hækkaði virðið  16 milliónir,  upp í 352 milliónir kr. 

30 mió. kr. meiri fyri kalva

Landingarvirðið á kalva hækkaði 30 milliónir kr., upp í 373 milliónir kr. í fjør. Tilsamans vóru landað góð 25.000 tons av kalva, og tað eru 2.000 tons meiri enn árið fyri.

Framgongd var eisini í toskaveiðuni. 4.500 tons meiri vórðu landað í fjør enn í 2012. Landingarvirðið var 63 milliónir krónur, ella 13 milliónir fleiri enn árið fyri.

Royndarfiskiskapurin eftir makreli í fjør gav slakar 71 milliónir kr. 

Minni fyri rognkelsi

Afturgongd var í fiskiskapinum eftir rognkelsi. Meiri var landað, men virðið minkaði 10 milliónir kr., niður í 44,5 milliónir kr., vísir uppgerðin frá grønlendsku hagstovuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611